Føroyar

Koda fyri einum sterkari tónleikalívi

Kvinde på klaver i sin stue

Tú hevur rætt til gjald

Koda arbeiðir fyri, at tónaskøld, sangskrivarar og tónleikaforløg fáa gjald fyri tað, tá teirra tónleikur verður brúktur. Hetta hendir til dømis, tá tónleikurin verður spældur í útvarpi, í einum handli ella tá ein bólkur spælir tónleikin live á einum festivali.

SKIFT SPROG: Få informationen på dansk

Síðan 1935 hevur Koda verið góðkent av donsku myndugleikunum til at krevja inn gjald vegna tónaskøld, sangskrivarar og tónleikaforløg, tá teirra tónleikur verður spældur alment. Hendan góðkenning var upprunaliga galdandi fyri ‘Kongaríkið Danmark’, sum tá eisini fevndi um Grønland og Føroyar, sum tá enn ikki høvdu fingið sjálvstýri.

Uppgávan er framvegis tann sama, um enn avbjóðingarnar nú eru torførari. Hetta krevur, at vit arbeiða fyri einum sterkari tónleikalívi gjøgnum eitt tættari altjóða samstarv, áhaldandi íløgum í tøkni og at dentur verður lagdur á, at tónleikalívið er burðardygt.

Sjálvt um Føroyar longu fingu sjálvstýri í 1948, var upphavsrættur - og harvið umsitingin av grundarlagnum fyri virkseminum hjá Koda - ikki føroyskt málsøki fyrr enn 1. januar í 2010 og í 2013 kom fyrsta upphavsrættarlógin á føroyskum. Síðan málsøkið varð yvirtikið, hevur virksemið hjá Koda í Føroyum verið grundað á góðkenning frá føroysku myndugleikunum. Málsøkið upphavsrættur verður umsitið av Mentamálaráðnum.

Hvat skalt tú gera?

1. Skráset tín tónleik

Tú fært bert útgjald frá okkum, um tíni verk eru skrásett. Tað er tí umráðandi, at tú skrásetir tíni verk, tá tú hevur skrivað nýggjan tónleik og hetta helst seinast 14 dagar áðrenn at tónleikurin verður spældur alment ella á annan hátt gjørdur tøkur almenninginum.

Far til Mín Koda

2. Rapportera tínar konsertir

Verður tín tónleikur spældur live, er tað tín ábyrgd at rapportera, hvat er spælt umvegis Mit Koda. Tá tín tónleikur verður spældur í útvarpi/sjónvarpi ella verður stroymaður, fær Koda av sær sjálvum hesar upplýsingar.

Fráboða tína konsert á Mín Koda

3. Kanna tíni útgjøld

Koda rindar út mánaðarliga fyri tann tónleikin, ið er brúktur. Tað er umráðandi fyri teg, at tú kannar tíni útgjøld. Limir í Koda kunnu fáa yvirlit yvir síni útgjøld frá Koda og NCB umvegis Kontooversigten og Analyse í Mit Koda.

Síggj upplýsingar um tína útgjalding

Nær verður goldið fyri føroyskt sjónvarp og útvarp?

Har verður goldið út fyri føroyskt útvarp hvønn mánað og har eru umleið 3 mánaðir frá at eitt verk verður spælt til útgjald. Útgjaldið fyri føroyskt sjónvarp kemur eina ferð um árið.

Stuðul frá Koda-Føroyar Grunninum

Sambært viðtøkunum hjá Koda skulu 10 prosent av nettoinntøkunum av tí peninginum, sum Koda krevur inn, millum annað brúkast til stuðul. Av hesari upphædd fer ein partur til Føroyar.

Í Føroyum er tað nevndin í Felagnum Føroysk Tónskøld, ið stendur fyri býtinum.

Les meira um stuðul frá Koda-Føroyar Grunninum

Àrsfrágreiðingin og upphavsrættur

Kvinde spiller guitar i vindueskarm

Søk stuðul frá Koda Kultur

Sum limur í Koda hevur tú møguleika fyri at søkja stuðul frá Koda Kulturelle Midler. Koda Kultur stendur fyri fíggingini av fleiri enn 25 ymiskum stuðulsmøguleikum og starvslønum, ið alt kann søkjast umvegis sama portal.

Far til stuðulsportalin