- 1. Hvat geri eg, um mín tónleikur er spældur alment, men eg ikki fái avrokning fyri tað frá Koda?
Tú kanst klaga í upp til 15 mðr. eftir ta tíð, har tú átti at fingið útgjald frá Koda. Fyri at vit kunnu gjalda fyri eina framførslu, er neyðugt, at talan er um eina almenna framførslu, har fyriskiparin rindar til Koda. Koda metir, áðrenn kravt verður inn, hvørt ein konsert er at meta sum almenn ella ei.
- 2. Hví skal eg rapportera konsertir til Koda?
Koda rindar fyri tey verk, ið verða spæld alment t.d. á einari konsert. Spælir man t.d. átta egin løg og trý tøkuløg, mugu vit fáa at vita hvørji løg eru spæld, so vit fáa rindað til røttu rættindahavararnar. Okkum tørvar tí rapportering frá teimum bólkum, ið spæla live í Føroyum, tí tað eru bólkarnir og listafólkini ið vita, hvat verður spælt í Føroyum.
- 3. Skal eg biðja um loyvi, tá eg geri eina nýggja útgávu av einum sangi, sum onkur annar hevur skrivað?
Ja, tú skalt altíð fáa loyvi, um tú ætlar at broyta orð ella lag á einum vardum verki. Verjutíðin er 70 ár eftir rættindahavararnir eru deyðir.