Medlem
Forlag
Om Koda
Hovedmenu
Udbetaling
Registrering af din musik
Selvbetjening
Min karriere
Kontakt og spørgsmål
Medlem
Her får du udbetaling fra
Minutværdier
Om din udbetaling
Udbetaling
TV
Radio
Koncerter
Online
Udland
Øvrige områder
Her får du udbetaling fra
Udbetalingsområder i udlandet
Udbetaling
2024
2023
Medlem
Ofte stillede spørgsmål
Hovedmenu
Udbetaling
Selvbetjening
Værker
Udbetaling
TV
Radio
Koncerter
Online
Udland
Øvrige
Hovedmenu
Hvad er Koda
Organisation
Job
Generalforsamling og bestyrelsesmøder
Generalforsamling og bestyrelsesmøder
Generalforsamling og bestyrelsesmøder
Om Koda
Hovedmenu
Tal
Hovedmenu
Hovedmenu
Hovedmenu
Hovedmenu
Musik betaler sig

Heilt stutt um Koda

1. Rættindi

Vit umsita tíni rættindi sum tónaskald og orðasmiður, tá tín tónleikur verður framførdur alment. Tað merkir, at tá tíni verk verða nýtt á konsertum, í útvarpi og sjónvarpi ella nýtt á netinum, gera vit avtalu tína vegna við tónleikabrúkararnar.

Tíni rættindi verða umsitin av ymiskum feløgum, alt eftir hvørji rættindi talan er um.

  • Koda umsitur rættindi til almenna framførslu hjá teimum skapandi listafólkunum og tónleikaforløgunum. Tey skapandi listafólkini eru tónaskøld og orðasmiðir.                                    
  • NCB umsitur mekanisku rættindi hjá skapandi listafólkunum og tónleikaforløgunum. Tað merkir rættin at spæla inn og rætt til distributión av bæði fløgu-, plátu- og online-útgávum. Sum limur í Koda, ert tú eisini limur í NCB.                                                
  • Gramex umsitur rættindini til almenna framførslu hjá útinnandi listafólkum og plátufeløgum. Útinnandi listafólk eru sangarar og tónleikarar.                                                                                     
2. Vit eru online

Vit eru online, har tú hevur tørv á okkum, uttan mun til um tað snýr seg um limaskap, konsertrapportering, skráseting av nýggjum verkum ella umsókn til føroyska mentanarpeningin hjá Koda.                                                                                 

  • Mit Koda er tín persónligi snarvegur til Koda. Her kanst tú skráseta tíni verk, rapportera tínar konsertir, umframt at síggja títt útgjald frá Koda og NCB.                         
  • Á dk kanst tú lesa um, nær útgoldið verður, avrokningarøki, reglur um hvussu rættindini verða býtt á verkunum. Á koda.dk er eisini limaskjal, vitan um limatiltøk, umframt kunning um umsókn til Føroysku Mentanarpuljuna hjá Koda at finna.
  • Við tíðindabrævinum verður tú dagførdur um limatiltøk, nær útgoldið verður, freistir til umsóknir og aðra kunning um Koda. Tekna teg til tíðindabrævið
3. Skráset tíni verk hjá okkum

Tíni verk eru lykilin til, hvussu tær upphæddirnar, vit fáa frá tónleikabrúkarum, skulu býtast.  Tí er tað av stórum týdningi, at tú skrásetir tíni nýggju verk hjá okkum. Tú kanst skráseta tíni verk umvegis Mit Koda. Tú kanst lesa leiðreglurnar um skráseting av verkum her.                                                

4. Rapportera tínar konsertir til okkum

Vit fáa rapportering um nýtslu av tónleiki frá fleiri av teimum størru brúkarunum, t.d. útvarpi, sjónvarpi og á online-økinum. Tað er frá hesum rapporteringum, vit vita, hvør tónleikur verður spældur. Tá tú spælir livekonsert skalt tú sjálvur rapportera, hvørji løg eru spæld á konsertini. Tú kanst rapportera tína konsert á Mit Koda.                                                                                     

5. Útgjald

Halt teg dagførdan um útgjald á Mit Koda og á koda.dk.Tá útgoldið verður, sært tú upphædd og hvat avroknað verður fyri á Mit Koda. Vit fáa tíverri ikki sagt nakað um upphæddir fyrr enn útgoldið verður.                                                                        

6. Hevur tú pengar til góðar?

Tað kann vera, at tú hevur pengar til góðar hjá okkum! Um tú veist, at tín tónleikur verður spældur nógv, men tú ikki hevur fingið avrokning fyri tað frá okkum, kann tað vera tí at tínar upplýsingar ikki eru dagførdar. Minst tí til at dagføra tín bústað, teldupost og tínar bankaupplýsingar um broyting er.

Aðrir spurningar?

Tú ert altíð vælkomin at seta teg í sambandi við Pernille Rostgård Olsen á tlf. +45 20 13 73 30 ella umvegis teldupost á [email protected].

Tær upphæddirnar, vit fáa frá tónleikbrúkarunum, verða býttar millum rættindahavarar alt eftir hvussu verkini eru skrásett.