Mikrofon

Aðalfundur hjá Koda í 2025: Nýtt limaráð og val av nýggjum limi til nevndina

Á aðalfundinum atkvøddu limirnir fyri einari roynd at byrja eitt limaráð. Ein nýggjur limur var eisini valdur í nevndina, saksofonleikarin og tónaskaldið Pernille Bévort. Og harumframt var nógv kjak um hvussu stuðulspuljurnar skulu brúkast.

Mikudagin 30. apríl hevði Koda aðalfund í Amager Bio. Av pallinum boðaði Loui Törnqvist, forpersónur, vælkomin og tók í røðu sínari fram, at Koda hevur eitt stórt virksemi og er ein stórur rættindafelagsskapur - men at Koda fyrst og fremt er ein felagsskapur við fleiri enn 50.000 limum.

“Við tí ásanning liggur ein stór ábyrgd á øllum okkum, ið eru komin á aðalfundin. Vit taka avgerðir vegna allar limirnar, ið ikki eru á aðalfundinum. Og vit skulu taka avgerðir, ið hava ávirkan á viðurskiftini hjá komandi limum. So tað er ein stór ábyrgd at luttaka á aðalfundinum - ovasti myndugleikin í Koda. Men júst hetta er eisini okkara stóra styrki. At tá alt kemur til alt, er javnatekin millum Koda og tykkum. Millum Koda og teir mongu túsund limirnar,” segði Loui Törnqvist.

Við hesum orðum, ið undirstrikaðu, at dagurin var ognaður fólkaræðinum og limaskapinum, var tónin og karmarnir fyri aðalfundinum hjá Koda í 2025 settir.

Frásøgning hjá forpersóninum - saman um eitt sterkari tónleikalív

Í sínari frásøgn fyri 2024 greiddi Loui Törnqvist frá um mest týðandi hendingarnar og dagsskráirnar frá farna árinum.

Hon byrjaði við at leggja orð á samfelagsliga og mentanarliga virðið á tónleikinum, áðrenn hon við støði í strategi’ini hjá Koda um eitt sterkari tónleikalív umrøddi teir evnini, ið høvdu havt serliga stóran týdning fyri Koda í 2024. Tað snúði seg millum annað um vitlíki, skeivt kynsbýti, sálarheilsu og sálartrivnað, býti av stuðulspuljunum hjá Koda og týdningin av at skapa eitt fíggjarliga, sosialt og umhvørvisliga burðardygt tónleikalív, har øll hava somu møguleikar.

“Um har er okkurt, ið 2024 hevur sligið fast, so er tað, at eitt sterkt tónleikalív ikki kemur av sær sjálvum. Og at vit ikki fáa slept spitaranum. Bara tað at varðveita núverandi støðuna, krevur hart arbeiði,” segði Loui Törnqvist, áðrenn hon endaði við orðunum:

“Men vit fáa ikki gjørt tað einsamøll. Okkara styrki liggur í tykkum, okkara limum. Tí fari eg at enda við at siga takk. Takk fyri tykkara tónleik. Og takk fyri tað stóra ágrýtni, tit leggja í tónleikin.”

Góðkenning av ársroknskapi og gjøgnumskygnisfrágreiðing

Har vóru fleiri týðandi lutir á dagsskránni, harímillum góðkenning av ársroknskapi og gjøgnumskygnisfrágreiðing, umframt val av limum og tiltakslimum til nevndina hjá Koda.

Fyrst á dagsskránni var góðkenning av ársroknskapinum og gjøgnumskygnisfrágreiðingini. Hetta var lagt fram av Gorm Arildsen, stjóra í Koda, ið tók samanum ársroknskapinum við hesum orðum:

“Vit hava fingið eitt gott fíggjarligt úrslit, ið ger, at vit kunnu varðveita sterku støðuna hjá Koda komandi árini.”

Bæði ársroknskapur og gjøgnumskygnisfrágreiðing blivu góðkend við stórari undirtøku frá savnaðu fjøldini.

Les gjøgnumskygnisfrágreiðingina her


Nýggjur limur valdur í nevndina
Næst á dagsskránni var val til nevndina. Har vóru níggju valevni til tveir nevndarsessir, ávikavist ein sessur umboðandi tónaskøld og ein umboðandi forløg. Harumframt skuldu tríggir tiltaksnevndarlimir veljast.

Eftir at valevnini hvør sær høvdu greitt frá hví tey vóru uppstillaði, skuldi atkvøðast.

Úrslitið av atkvøðugreiðsluni gjørdist, at saksofonleikari og tónaskald, Pernille Bévort var vald inn sum nýggjur nevndarlimur umboðandi tónaskøld, meðan forpersónur Loui Törnqvist var afturvald uttan mótvalevni sum nevndarlimur umboðandi forløg.

Sostatt eru nú hesi níggju limir í nevndini hjá Koda:

Loui Törnqvist (forpersónur, umboð fyri forløg)

Ole Dreyer (nevndarleiðari í Musikforlæggerne)

Juliana Hodkinson (forkvinna í DKF)

Anne Eltard (nevndarlimur, fyribils forpersónur í Autor, meðan Lasse Matthiessen er í farloyvi í tíðarskeiðnum mei-septembur 2025)

Tobias Stenkjær (forpersónur í DPA)

Søren Winding (umboð fyri forløg)

Bjørn Christiansen (umboð fyri tónaskøld)

Pernille Bévort (umboð fyri tónaskøld)

Emil de Waal (umboð fyri tónaskøld)

Tiltakslimir:

Nana Jacobi

Sara Nigard

Lasse Lindorff

Kjak um stuðulspuljurnar hjá Koda

Eftir steðgin var kjak um stuðulspuljurnar hjá Koda. Á síðsta aðalfundinum stóðst sera nógv kjak um stuðulspuljurnar og tí hevði nevndin gjørt av at seta hálvanannan tíma av til hetta kjakið í ár.

Kjakið tók støði í einari uttanhýsis kanning av stuðulspuljunum, ið Epinion stóð fyri, sum var latin nevndini í Koda síðst í 2024.

Les meira um frágreiðingina hjá Epinion her

Loui Törnqvist setti karmarnar um kjakið, áðrenn Jakob Kæstel, seniorráðgevi í Epinion, greiddi frá niðurstøðunum í frágreiðingini.

Síðani greiddi Loui Törnqvist frá hugleiðingunum hjá nevndini um hvussu stuðulspuljurnar kunnu skipast í framtíðini, m.a. um møguleikan fyri at gera eina felagsskrivstovu til allar tær stuðulspuljurnar, ið tað ber til at søkja stuðul frá.

Fyri at tryggja, at flest møguligir limir kundu koma til orða, hevði hvør limur eina talutíð uppá eitt minutt.

Fleiri enn 40 limir tóku orðið, áðrenn niðurstøðan at enda gjørdist, at arbeiðið og kjakið heldur fram ávegis móti aðalfundinum næsta ár.

Viðtøka av uppskoti um nýtt limaráð

Næstu lutirnir á dagsskránni snúðu seg um tilmæli hjá nevndini - m.a. um politikkin hjá Koda um frádrátt í rættindainntøkum (herímillum eisini um stuðulspuljurnar), íløgupolitikkin hjá Koda, politikkin hjá Koda fyri býti av upphæddum til rættindahavararar, umframt býti av upphæddum, ið ikki kunnu býtast til rætta rættindahavara.

Øll tilmælini hjá nevndini vóru góðkend við einum greiðum meiriluta.

Síðani skuldi fjøldin á aðalfundinum taka støðu til tilmæli, ið limirnir í Koda høvdu sett fram. Eitt teirra var viðtikið. Tað var eitt uppskot um gera eina royndarverkætlan - ið í fyrstu atløgu varar eitt ár - við einum nýggjum limaráði. Sambært tilmælinum skal limaráðið gera frástøðuna millum Koda og limirnar minni og skapa meira beinleiðis samskifti millum limirnar og praktiska verleikan í Koda.

Uppskotið - ið var sett fram av Troels Abrahamsen, Ida Hummelgaard og Jonas Bark - var viðtikið. Nevndin í Koda skal nú taka støðu til, hvussu royndarverkætlanin við limaráðnum skal myndast.

Eisini var val til sessirnar sum kritiskir grannskoðarar í Koda. Anja Følleselev, Morten Olsen og Finn Olafsson vóru øll afturvald.

Tá samandrátturin frá aðalfundinum er góðkendur av fundarstjóranum, kunnu limir í Koda fáa samandráttin sendan við at venda sær til [email protected] ella til [email protected]

Kvinde spiller guitar i vindueskarm

Søk stuðul frá Koda Kultur

Sum limur í Koda hevur tú møguleika fyri at søkja stuðul frá Koda Kulturelle Midler. Koda Kultur stendur fyri fíggingini av fleiri enn 25 ymiskum stuðulsmøguleikum og starvslønum, ið alt kann søkjast umvegis sama portal.

Far til stuðulsportalin