
Foto: Maria Louise Reichardt
Eftir aðalfundin hjá Koda: Loui Törnqvist afturvald sum forpersónur í nevndini hjá Koda
Loui Törnqvist er afturvald sum forpersónur í nýggju nevndini hjá Koda. Tobias Stenkjær er somuleiðis afturvaldur sum fyrsti næstforpersónur, meðan Bjørn Christiansen er valdur sum nýggjur annar næstforpersónur.
Tá Loui Törnqvist setti aðalfundin hjá Koda tann 8. mei, var val til sessin sum forpersónur í nevndini hjá Koda á dagsskránni. Loui Törnqvist hevur verið í nevndini hjá Koda í fýra ár og hevur síðan 2023 verið forpersónur. Við endurvalinum er sessurin hennara í tey komandi tvey árini.
“Eg eri fegin um álitið frá nevndini og gleði meg til at halda fram við arbeiðinum fyri einum burðardyggum og sterkari tónleikalívi við betri kørmum og rímuligum gjaldi til tey, ið skapa tónleikin,” sigur Loui Törnqvist.
Á aðalfundinum, ið var hildin fyri nøkrum vikum síðan, legði Loui Törnqvist dent á, at tær avbjóðingarnar, ið tónleikavinnan hevur - harímillum økt trýst frá vitlíkisvirkjum og tech-risum, skeiva kynsbýtið og grundleggjandi arbeiðsumstøðurnar hjá tónleikaskaparunum - bert kunnu loysast, um tónleikavinnan stendur saman um at loysa trupulleikarnar.
Um har er nakað, ið 2024 hevur gjørt greitt, er tað, at eitt sterkt tónleikalív ikki kemur av sær sjálvum. Og at vit ikki fáa slept spitaranum. Vit kunnu bert skapa broytingar við at taka ábyrgd og við at standa saman, við at samstarva bæði í tónleikavinnni, men eisini við at fáa tað breiðara mentanarlívið, politikkararnar og vinnulívið við okkum.
- Loui Törnqvist
Tilbúgving í einari óvissari tíð
Frammanundan hevði Loui Törnqvist við støði í strategi’ini hjá Koda (Koda for et stærkere musikliv) sett orð á samfelagsliga og mentanarliga virðið á tónleikinum - serliga í einari tíð, ið er merkt av óvissu og at illa ber til at siga nakað um, hvat er í væntu.
“Í Koda arbeiða vit hvønn dag fyri einum sterkari tónleikalívi - tað er ikki bara ein fín yvirskrift í einum strategi-skjali. Tað er okkara grundleggjandi tilgongd og tað, ið drívur okkara virksemi. At vit bæði hava ábyrgd fyri og eitt ynski um at skapa eina veruliga broyting - eisini sjálvt um hetta er torført. Vit trúgva uppá, at tónleikurin hevur ein heilt serligan leiklut í okkara samfelagi og í okkara lívi. Tónleikurin minnir okkum á, at lívið er stórt. Og í truplum tíðum - at har er ljós í myrkrinum,” segði hon.
Nevndin í Koda
Eftir at nevndin á fundi hevur skipað seg, sær hon soleiðis út:
Loui Törnqvist (forpersónur, umboð fyri forløg)
Tobias Stenkjær (fyrsti næstforpersónur, forpersónur í DPA)
Bjørn Christiansen (annar næstforpersónur, umboð fyri tónaskøld)
Anne Eltard (nevndarlimur, fyribils forpersónur í Autor, meðan Lasse Matthiessen er í farloyvi í tíðarskeiðnum mei-septembur 2025)
Emil de Waal (nevdarlimur, umboð fyri tónaskøld)
Juliana Hodkinson (nevndarlimur, forkvinna fyri DKF)
Ole Dreyer (nevndarlimur, nevndarleiðari hjá Musikforlæggerne)
Pernille Bévort (nevndarlimur, umboð fyri tónaskøld)
Søren Winding (nevdnarlimur, umboð fyri forløg)
Christian Schlelein (tiltakslimur, starvsfólkaumboð meðan Peter Binau er í farloyvi í tíðarskeiðnum februar-mei 2025)
Tiltakslimir:
Nana Jacobi
Sara Nigard
Lasse Lindorff
Loui Törnqvist endaði sína frásøgn fyri 2024 við einari serligari tøkk til nógvu limirnar í Koda:
“Takk fyri tykkara tónleik. Og takk fyri tað stóra ágrýtni, tit leggja í tónleikin. Lat okkum halda fram við tí góða arbeiðinum - saman - so vit í felag kunnu tryggja, at vit eisini í framtíðini hava eitt fíggjarliga og mentanarliga sterkt tónleikalív.”
Á aðalfundinum var Loui Törnqvist afturvald til nevndina uttan mótvalevni. Dagliga virkið hjá Loui Törnqvist er at vera stjóri í Wilhelm Hansen Musikforlag.
Afturval til fyrsta næstforpersón og meðan annar næstforpersónurin er nývaldur
Á aðalfundinum var Tobias Stenkjær sum fyrsti næstforpersónur eisini á vali, meðan Bjørn Christiansen fekk sessin sum annars næstforpersónur, eftir at Emil de Waal fór frá.
“Tað hevur verið ein fragd at arbeiða saman við Emil, sum hevur nógvar førleikar, ið Koda hevur havt nyttu av, hansara virksemi sum tónaskald, tónleikari og løgfrøðingur við serkunnleika innan upphavsrætt. Takk fyri tað góða samstarvið. Eg gleði meg eisini til at halda fram við leiðsluni í nevndini saman við Bjørn, ið hevur nógvar royndir við sínum lívi sum tónaskald og tónleikaframleiðari. Harumframt hevur hann eisini royndir frá Statens Kunstfond, ið Koda kann hava ágóða av,” sigur Loui Törnqvist.
Aðalfundur hjá Koda
Les føroysku ársfrágreiðingina hjá Koda 2024
Les meira