Koda hevur herfyri broytt í ovastu leiðsluni. Hetta er fyri at styrkja strategiska arbeiðinum hjá felagsskapinum fyri einum sterkari tónleikalívi í einari tíð, har tónleikavinnan er í skjótari menning og er undir týðandi avbjóðingum av tónleikanýtsluni hjá tech-risunum og menningini innan vitlíki
Nýggi leiðslubygnaðurin í Koda merkir millum annað, at ein stjórabólkur er settur á stovn, sum saman við stjóranum skal røkja strategisku leiðsluna av felagsskapinum. Broytingarnar merkja eisini, at Koda hevur sett ein vinnustjóra, ið fær ábyrgd fyri deildunum, ið gera avtalur um brúk av tónleiki.
Broytingarnar í leiðslubygnaðinum verða gjørdar fyri at styrkja arbeiðið fyri einum sterkari tónleikalívi og einum rættvísum gjaldi til tónaskøld, sangskrivarar og tónleikaforløg í eini tíð, har tónleikavinnan er í sera skjótari menning.
Anne Sophie Gersdorff Schrøder byrjar 1. apríl í nýggja starvinum sum vinnustjóri. Hon kemur frá einum starvi sum stjóri í rættindafelagsskapinum Gramex. Um setanina av Anne Sophie Gersdorff Schrøder sigur stjórin í Koda, Gorm Arildsen:
”Við setanini av Anne Sophie Gersdorff Schrøder styrkja vit førleikarnar hjá Koda fyri at navigera í einum alsamt meira innviklaðum tónleikamarknaði. Við sínari bakgrund í bæði Gramex og Koda kemur Anne Sophie við stórum kunnleika til tónleikamarknaðin og tær marknaðartreytir, vit arbeiða í. Eg gleði meg til at bjóða Anne Sophie vælkomna aftur í Koda.”
Anne Sophie Gersdorff Schrøder gleðir seg at trína inn í stjórabólkin í Koda við ábyrgd fyri vinnuliga virkseminum og arbeiðinum hjá Koda fyri at tryggja limunum rættvíst sjónvarpi og á stroymingtænastunum.
”Koda er ávegis í einari fantastiskari menning í hesum árum og ger ein avgerandi mun í menningini av bæði donsku og altjóða tónleikavinnuni. Hetta kemur millum annað til sjóndar við at dentur verður lagdur á framtíðina hjá menniskjaskapta tónleikinum, har vitlíki bæði gevur møguleika, men eisini skapar avbjóðingar fyri tí rímuliga og rættvísa gjaldinum til tey, ið skapa tónleik. Eg gleði meg til at luttaka í tí heilt avgerandi arbeiðinum hjá Koda við at gera so góðar avtalur sum gjørligt til gagns fyri allar limir í Koda” sigur Anne Sophie Gersdorff Schrøder um sítt nýggja starv.
Anne Sophie Gersdorff Schrøder kemur við í nýggja stjórabólkin í Koda, sum umframt stjóran, Gorm Arildsen, eisini fevnir um tríggjar aðrar stjórar í Koda, ið tilsamans hava hollar royndir við arbeiðinum við at tryggja rættvíst gjald til tónaskøld, sangskrivarar og tónleikaforløg í Koda:
Um nýggja stjórabólkin sigur stjórin í Koda, Gorm Arildsen:
”Í eini tíð har fortreytirnar í tónleikavinnuni broytast sera skjótt, og okkara uppgávur gerast alsamt meira kompleksar, er tað avgerandi, at Koda styrkir sín strategiska virkismátt. Vit skulu vera før fyri at taka avgerðir fyri framtíðina og økja um okkara førleika fyri at umseta strategi til gerð. Eg gleði meg sera nógv til at halda fram við samstarvinum við teimum sera dugnaligu Martin, Mariu og Nicky, og samstundis at fara undir nýtt samstarv við Anne Sophie. Eg eri sannførdur um, at tey tilsamans eru rætta liðið at seta á odda fyri arbeiðinum við at skapa eitt sterkari tónleikalív í Danmark og tryggja rættvíst gjald til tey, ið skapa tónleikin.”
Koda er ein rættindafelagsskapur, sum hevur fleiri enn 52.000 limir, ið eru tónaskøld, sangskrivarar og tónleikaforløg.
Les meira um Koda