
Koda stevnir amerikansku tech-fyritøkuni Suno fyri at hava stolið tónleikin hjá limunum
Danski rættindafelagsskapurin Koda stevnir tí stóru amerikansku tech-fyritøkuni Suno fyri at hava stolið tónleikin hjá limunum. Tað snýr seg millum annað um “Barbie Girl” hjá Aqua, “A Beautiful Life” hjá Christopher, “Final Song” hjá Mø, “Sleeping My Day Away” hjá D-A-D, “Move Your Feet” hjá Junior Senior og “Sunshine Reggae” hjá Laid Back. Í øllum hesum førunum hevur Koda ítøkilig prógv fyri broti á upphavsrættin til hvørt einstaka verkið. Hetta er fyrstu ferð, at ein danskur rættindafelagsskapur stevnir einari vitlíkis-tænastu.
Týsdag 4. novembur 2025
Við fáum klikkum og einføldum prompts kann tann amerikanska vitlíkis-tónleikatænastan Suno generera heil tónleikaløg, ið ljóða sum tann tónleikurin, sum tey flestu av okkum longu kenna. Men tað ber bert til, tí at Suno heilt tilvitað og uttan loyvi ella gjald hevur brúkt og kopierað løgini hjá limunum í Koda.
Tað heldur rættindafelagsskapurin Koda, ið vegna limir sínar hevur stevnt tí amerikansku tech-fyritøkuni fyri brot á upphavsrættin.
Í stevningini leggur Koda fram ítøkilig prógv fyri, at Suno hevur stolið frá millum øðrum “Barbie Girl” hjá Aqua, “A Beautiful Life” hjá Christopher, “Final Song” hjá Mø, “Sleeping My Day Away” hjá D-A-D, “Move Your Feet” hjá Junior Senior og “Sunshine Reggae” hjá Laid Back. Eingir av sangskrivarunum handan nevndu løgini eru blivnir spurdir um loyvi og eingin av teimum hevur fingið nakað gjald frá amerikansku tech-fyritøkuni.
Stjórin í Koda: “Hetta er størsti stuldurin í tónleikasøguni”
- Gorm Arildsen, stjóranum í Koda
Sambært stjóranum í Koda, Gorm Arildsen, leggur stevningin dent á grundleggjandi stríðið millum tann háttin, vitlíki verður misnýtt av fleiri tænastum og virðingina fyri upphavsrættinum hjá listafólkum.
“Vitlíki hevur stórar menningarmøguleikar og kann virka sum eitt kreativt amboð, ið gevur íblástur. Men í hesum førinum er talan um, at ein amerikansk tech-fyritøka við opnum eygum hevur stolið tann danska tónleikaarvin og nú brúkar hann til grunda teirra tænastu á, sum í grundini stendur í beinleiðis kapping við limirnar hjá Koda. Hetta er ikki nýskapan - hetta er tann størsti stuldurin í tónleikasøguni. Tað er ólógligt og tað er ein hóttan ímóti búskapinum í danska tónleikalívinum og ímóti okkara felags mentan,” sigur Gorm Arildsen.
Stevning er ikki nokk - tað er neyðugt við politiskum loysnum
Í einari nýggjari frágreiðing, sum Koda stendur aftanfyri saman við vinnufelagsskapinum IFPI, verður mett, at AI-genereraður tónleikur, sum tann ið verður gjørdur í Suno, uppá fá á fer at taka ein stóran part av tí búskapinum, ið ger tað gjørligt, at nýggjur tónleikur verður skapur í Danmark og Føroyum. Hvis núverandi gongdin innan vitlíki heldur fram, stendur danska tónleikalívið til at missa 28 prosent av umsetninginum í 2030.
Tí kann trupulleikin ikki bara loysast við einari stevning. Har er tørvur á at trupulleikin verður loystur politiskt. Tað sigur løgfrøðiligi og politiski stjórin í Koda, Nicky Trebbien.
“Tað er ikki haldgott, at tað er neyðugt við sakarmáli fyri at fáa Suno og aðrar líknandi vitlíkis-tænastur til at gjalda fyri tann tónleikin, tær brúka. Um vit í framtíðini framvegis vilja hava dugnalig listafólk, ið skapa nýggjan tónleik, er tað neyðugt, at vit verja um okkara tónleikalív, og at vit ikki lata kyniskar amerikanska tech-fyritøkur og teirra algoritmur um at tilevna og fortelja okkara søgu,” sigur Nicky Trebbien.
Løgfrøðiligi og politiski stjórin hevur eini greið boð til politikkararnar.
“Har er tørvur á politiskum loysnum nú, so vit kunnu tryggja okkum, at vitlíkis tónleikatænasturnar mennast á ein ábyrgdarfullan hátt. Hetta má tryggjast við regluligum og ábyrgdarfullum kørmum, rættvísum gjaldi til listafólkini og einari lóggávu, ið heilt greitt tilskilar, at tá man brúkar tónleik til at venja vitlíki og at bjóða út eina vitlíkistænastu á marknaðinum, so skal gjaldast fyri tað,” sigur Nicky Trebbien.
Oddamaðurin í D-A-D: “Hetta er okkara blóð, sveitti og tár”
Jesper Binzer, oddamaður í D-A-D og ein av sangskrivarunum aftanfyri “Sleeping My Day Away” er samdur í, at tað, ið nú fer fram, er ræðandi.
“Vit skulu ikki vera bangin fyri nýggjari tøkni, men her hevur Suno beinleiðis tikið løg hjá øðrum og tveitt inn í teirra maskinu. Í okkara føri er tað “Sleeping My Day Away”. Og tað er heilt vilt. Tað er okkara talent, ið nú liggur í maskinunum. Tað er heilt einfalt okkara talent, ið Suno hevur tikið. Tað eru okkara blóð, sveitti og tár,” sigur Jesper Binzer.
Í síðstu íløgurunduni var Suno virðismett til 500 mió. dollars - yvir 3,18 mia. danskar krónur. Suno er júst nú við at fáa til vega nýggjar íløgur og væntast at enda við at vera virðismett til 2 mia. dollars, svarandi til knappar 13 mia. danskar krónur. Ein fyritøka, ið sambært Koda er grundað á ólógliga nýtslu av tónleiki, ið er vardum av rættindum.
Nýggj frágreiðing: Gervigreind fer at kosta donskari tónleika 6,9 milliardir fram til 2030
Danskur tónleikur stendur framman fyri eini álvarsomari fíggjarligari hóttan orsakað av gervigreind. Tað vísir ein nýggj frágreiðing frá rættindafelagsskapinum Koda og vinnufelagsskapinum IFPI.
Sí eisini