Koda um nýggja gongdina í stríðnum við YouSee

YouSee er ikki longur sinnað til, at Ophavsretslicensnævnet skal taka avgerð í stríðnum millum YouSee og rættindahavararnar. YouSee útihýsir sostatt ta kærunevnd, sum Fólkatingið hevur sett á stovn fyri at tryggja skjótar og uttanveltaðar avgerðir innan upphavsrættarliga økið. Hetta merkir, at nú eru útlit til rættarmál, ið kunnu taka upp til 10 ár. Løgfrøðiliga og politiski stjórin í Koda, Nicky Trebbien, er sera stúrin um atferðina hjá YouSee í stríðnum.

Stríðið millum YouSee og rættindahavararnar hevur vundið uppá seg aftur. Fyribils avtalan, sum partarnir gjørdu í desembur síðsta ár, tryggjaði at har var ein avtala um nýtsluna og at gjaldið fyri nýtsluna var á nøkulunda sama støði sum áðrenn, meðan stríðið varð viðgjørt. YouSee boðaði tann 31. mars 2025 frá, at man ikki longur er sinnaður til at stríðið um hvat YouSee skal gjalda fyri nýtslu av rættindum í teirra sjónvarps-pakkum, skal viðgerast í Ophavsretslicensnævnet.

At YouSee broytir hugsan í stríðnum, kemur aftaná eitt ár av málsviðgerð í Ophavsretslicensnævnet, har partarnir hvør sær hava latið nógv skriv og fylgiskjøl. Og hetta kemur best sum Ophavsretslicensnævnet var til reiðar at seta ein tíðarkarm fyri viðgerð av málinum. Málið hevði væntandi verið avgjørt í fyrsta hálvári 2026, tvs. innanfyri eitt ár.

Koda: Atburðurin hjá YouSee er ein háðan móti fólkaræðinum

“Í meira enn 60 ár hava vit á upphavsrættarliga økinum havt eina serliga, serkøna kærunevnd, ið Fólkatingið hevur stovnað fyri at taka sær av ósemjum millum tey, ið hava rættindi og tey, ið brúka rættindi. Kærunevndin hevur gjøgnum nógv ár gjørt týðandi úrskurðir, sum seta tær grundleggjandi treytirnar í teimum avtalunum, ið tað stóra útboðið av góðskuinnhaldi á danska og føroyska marknaðinum eru grundaðar á. Tá YouSee á hendan hátt fer ímóti Ophavsretslicensnævnet og teimum serligu førleikunum, ið eru har, er hetta ikki bert ein háðan av fólkaræðinum. Tað er ein háðan og hóttan ímóti teimum demokratisku spælireglunum - teimum skrivaðu eins og teimum óskrivaðu - ið eru grundvøllurin undir okkara samfelagi og okkara vanliga hátti at umsita rættindi. At hetta kemur frá tí størsta útbjóðaranum av sjónvarpi í Danmark, ger tað bert uppaftur verri,” sigur løgfrøðiligi og politiski stjórin í Koda, Nicky Trebbien.

Avgerðin hjá YouSee um at útihýsa Ophavsretslicensnævnet ger, at útlitini fyri einari skjótari avgerð í stríðnum gerast alsamt verri. Tað er YouSee, ið hevur tikið stig til sakarmálið, har YouSee hevur sett fram krav um eina minking uppá meira enn 70 % av gjaldinum. Ein endalig avgerð í einum sakarmáli sum hesum kann taka upp til 10 ár, um málið verður skotið inn fyri hægri rætt ella fyri ES-Dómstólinum, ið YouSee hava boðað frá, at tey ætla.

Heilt stutt um stríðið við YouSee

  • YouSee segði í mars 2024 upp allar avtalur um gjøld til rættindahavarar. YouSee kravdi eina minking uppá meira enn 70 % - hetta hóast YouSee heldur fram við at brúka sama innihald sum áður.
  • Á heysti 2024 gjørdu rættindahavarar og YouSee eina fyribils avtalu, ið var galdandi til málið var avgjørt.
  • Tann 31. mars 2025 boðaði YouSee frá, at YouSee ikki longur var sinnað at lata málið ganga fyri Ophavsretslicensnævnet, og at YouSee einans sær eina avgerð frá Sjó- og Handilsrættinum sum einastu loysn. Hetta merkir, at ein skjót og uttanveltað avgerð í málinum er skift út við eitt langt rættarmál.

Ophavsretslicensnævnet

Ophavsretslicensnævnet er ein serkøn kærunevnd, ið Fólkatingið hevur stovnað til at viðgera stríð av júst hesum slagi. Kærunevndin er undir leiðslu av einum dómara úr Hægstarætti, sum í løtuni eisini er leiðari av Konkurrenceankenævnet. Umframt dómaran eru tveir serkønir limir aftrat.

Rættindahavararnir og YouSee hava fyrr brúkt kærunevndina í málum, og partarnir hava í fleiri ár hava virt tær avgerðir, ið kærunevndin er komin við. Báðir partar hava eisini víst til hesar avgerðir í teimum nógvu skrivunum, ið partarnir hava latið kærunevndini, áðrenn YouSee skifti kós.

Kvinde spiller guitar i vindueskarm

Søk stuðul frá Koda Kultur

Sum limur í Koda hevur tú møguleika fyri at søkja stuðul frá Koda Kulturelle Midler. Koda Kultur stendur fyri fíggingini av fleiri enn 25 ymiskum stuðulsmøguleikum og starvslønum, ið alt kann søkjast umvegis sama portal.

Far til stuðulsportalin