Koda: Tað hevur skund at politikkararnir gera okkurt

Ein arbeiðsbólkur settur av danska mentamálaráðnum hevur júst latið síni tilmæli til, hvussu upphavsrætturin kann verjast har hann rennur saman við vitlíki (AI). Løgfrøðiligi og politiski stjórin í Koda sigur, at tilmælini eru eitt gott støði, men leggur dent á, at tað hevur skund at politikkararnir gera okkurt við málið sum skjótast, um rættindini hjá tónleikaskaparunum skulu tryggjast.

Tøkniliga menningin innan vitlíki gongur ómetaliga skjótt og hetta hevur við sær stórar avbjóðingar fyri upphavsrættin. Arbeiðsbólkurin hjá danska mentamálaráðnum hevur nú kannað, um reglurnar í upphavsrættarlógini eru hóskandi til endamálið og er komin við tilmælum til møguligar loysnir.

Frágreiðingin vísur á, at tørvur er á betri verju av listafólkunum, og arbeiðsbólkurin mælir til at styrkja reglurnar til frama fyri rættindahavararnar og at betra karmarnar fyri felags umsiting av upphavsrættindum.

Endamálið er at tryggja hóskandi møguleikar fyri, at avtalur kunnu gerast, ið tryggja rímiligt gjald til rættindahavarar, tá teirra verk verða brúkt til venjing av vitlíki og í vitlíkis tænastum, ið verða nýttar á vinnuligan hátt. Hetta samstundis sum menniskjaliga skapt innihald skal styrkjast.

Tilmælini eru eitt gott støði. Vit mæla politikkarunum til at brúka tilmælini og til at gera okkurt við tað - áðrenn tað er ov seint.

- Nicky Trebbien, løgfrøðiligur og politiskur stjóri í Koda

Neyðugt er við greiðum kørmum um menning av vitlíki

Løgfrøðiligi og politiski stjórin í Koda, Nicky Trebbien, heldur, at tilmælini eru eitt haldgott støði og at tey bera boð um at okkurt má gerast, men leggur dent á, at tilmælini sum skjótast mugu gerast til ítøkilig politisk tiltøk, um rættindini og støðan hjá listafólki eisini skulu verjast í nýggja veruleikanum, sum útbreiðslan av vitlíki hevur havt við sær.

“Eg vil rósa ráðharranum fyri at taka stig til hetta arbeiðið og fyri at raðfesta vitlíki undir danska ES-formansskapinum. Tilmælini hjá arbeisðbólkinum vísa greitt, hvar størst tørvur er á broyting og koma eisini við ítøkiligum uppskotum, ið kunnu gera ein veruliga mun, og sum átti at verið arbeitt víðari við. Tað er eitt politiskt mál, ið hevur skund, at tryggja rættindini hjá listafólkum. Sum nú er, eru hesi rættindi tveitt beint undir vitlíkis-bussin. Tí mæla vit politikkarunum til at brúka tilmælini og gera okkurt við støðuna - áðrenn tað gerst ov seint,” sigur Nicky Trebbien.

Upphavsrættur og vitlíki eiga at virka saman - ikki móti hvørjum øðrum

Arbeiðsbólkurin varð settur av danska mentamálaráðharranum í juni í 2024 við tí endamáli at kanna, um núverandi reglurnar um upphavsrætt eru tíðarhóskandi og í roynd og veru eru nøktandi í mun til vitlíki. Allur denturin hevur verið lagdur á upphavsrættarliga sjónarmiðið og ikki á eina breidri samfelagsliga regulering av vitlíki. Samstundis hevur arbeiðsbólkurin havt til uppgávu at tryggja, at tilmælini ikki í óneyðugan mun forða nýskapan og menning av vitlíki.

Ein fortreyt, ið Nicky Trebbien tó ikki er samdur í.

“Nýskapan og upphavsrættur eru ikki mótsetningar, og í Koda eru vit ikki ímóti vitlíki. Tvørtímóti síggja vit nógvar kreativar møguleikar fyri tónleikaframleiðslu og sangskriving við hjálp frá vitlíki. Vitlíki átti eisini at verið ein nýggj inntøkukelda hjá teimum kreativu vinnunum. Men stóri trupulleikin er júst tað, at vitlíkis-tænastur í dag verða vandar á rættindavart innihald uttan loyvi og uttan gjald,” sigur Nicky Trebbien og heldur fram:

“Sum nú er máar vitlíki undan livibreyðnum hjá listafólkunum og harvið eisini samfelagnum, okkara mentan og einari ábyrgdarfullari menning av tøknini. Atburðurin hjá tech-virkjunum skapar stóran ótryggleika, tá bæði brúkarar og útbjóðarar av vitlíkis tænastum kunnu enda í løgfrøðiligum trupulleikum, tá tey uttan loyvi brúka vard verk. Tí arbeiðir Koda fyri greiðum reglum, ið verja bæði listafólk og okkara felags siðaarv,” staðfestir Nicky Trebbien.

Tað er nú upp til politikkararnar at gera tilmælini hjá arbeiðsbólkinum til ítøkilig politisk tiltøk.

Seks tilmæli úr frágreiðingini

1) Munadygt gjøgnumskygni í dátu til venjing: Meiningarfult og munadygt gjøgnumskygni í tí dátu, ið vitlíkið verður vant við og ein nýggj regla um, at gangast má út frá at vard verk verða brúkt, um ikki eitt vitlíkis-virki ikki veitir neyðuga gjøgnumskygnið.

2) Munadygt fyrivarni ella nýggjar reglur um tekst- og dátamining: Møguleikarnir hjá rættindahavarum til at “opt-out” ella skapan av eini nýggjari reglu um “opt-in” sum krav til venjing av vitlíki. Síðstnevnda er sambært Koda avgerandi, tí tað átti at verið vitlíkis tænasturnar, ið høvdu ábyrgd fyri at útvega sær loyvi áðrenn tænasturnar brúka vart tilfar.

3)Betring av felags umsiting: Skapa betri karmar fyri felags loyvum til nýtslu av upphavsrættarliga vardum tilfari í venjing av vitlíkis tænastum fyri at tryggja rímiligt gjald til rættindahavararnar.

4) Krav um tøkniligar atgerðir: Álegg vitlíkis tænastunum at byggja inn veruligar “guardrails” ímóti ólógligum upload og ólógligari kopiering av vardum tilfari.

5) Kanna um til ber at styrkja menniskjaskapta innihaldið: Kanna tiltøk, sum eina “domaine public payant”-skipan, har útvørp, sjónvørp og stroymingtænastur skulu gjalda fyri at spæla tónleik, ið er skaptur í vitlíkis tænastum. Hetta kundi hjálpt teimum ójøvnu kappingarkorunum, ið standast, tá marknaðurin verður fløddur við ókeypis vitlíkis-skaptum innihaldi - og samstundis beina vegin fyri gjaldi aftur til tey listafólk, hvørs verk verða nýtt sum venjingardáta til vitlíkis tænasturnar.

6) Staðfesting av at útboð av vitlíkis tænastum svarar til at gera verk tøk fyri almenninginum: Tað er neyðugt, at lóggávan staðfestir, at tá vitlíkis tænastur eru á marknaðinum, er tað at meta sum at tænastan ger tey verk, ið hon er vand á, tøk fyri almenninginum. Tað merkir, at nýtslan upphavsrættarliga krevur bæði avtalu við og gjald til rættindahavararnar.

Aðalfundur hjá Koda

Les føroysku ársfrágreiðingina hjá Koda 2024

Les meira