Kulturminsiter Zeina Stampe_Jesper Bøjlund

Jesper Bøjlund

“Hetta er tann størsta hóttanin, vit standa yvirfyri og hetta skal regularast beinhart”

Mentamálaráðharrin Zenia Stampe er ikki í iva: veksandi megin hjá tech-risunum hóttir okkara felagsmentan. Hon heldur, at hørð regulering er neyðug, og sigur samstundis, at Danmark vil ganga á odda fyri at leggja trýst á fyri at fáa evropeiska lóggávu á økinum.

“Hetta er tann størsta hóttanin, vit standa yvirfyri og skal regulerast beinhart,” ljóðaði tað frá mentamálaráðharra Zenia Stampe, tá hon luttøk í kjakinum hjá Koda mentanarpolitisku ætlanirnar hjá stjórnini á Kulturmøde Mors.

Samstundis segði mentamálaráðharrin, at ávirkanin hjá tech-risunum ikki longur bara er ein spurningur um tøkni. Teirra vaksandi megi ávirkar sambært Zenia Stampe bæði okkara mentan og okkara demokrati.

Restin av Evropa er um at skilja, at hetta snýr seg um politikk á hægsta stigi.

- Mentamálaráðharri Zenia Stampe

“Nú er restin av Evropa um at skilja, at hetta snýr seg um politikk á hægsta stigi. Hetta er tøkni, sum hackar okkara mentan, okkara demokrati - tey eru enntá farin at hacka okkara heilar.”

Tí skal tað sambært mentamálaráðharranum setast nógv strangari karmar fyri virkseminum hjá tech-risunum. Ein stórur partur av lóggávuni skal gerast í ES, og her peikar hon á Danmark sum eitt av teimum londunum, sum longu hava roynt at seta ferð á ta dagsskránna.

“Vit skulu verja, at tónleikur framhaldandi verður skaptur av menniskjum og ikki maskinum.”

Á tónleikaøkinum tók Zenia Stampe serliga fram verjuna av donskum tónleikaskaparum. Rættindi og gjald skal sambært mentamálaráðharranum fylgja tøkniligu menningini.

“Har er eingin ivi um, at rættindaøkið er av alstórum týdningi. Danskir tónleikarar skulu hava gjald fyri tann tónleik, teir skapa, og tónleikurin skal ikki bara kunna stjalast av tech-risum heilt uttan avleiðingar.”

Samstundis peikar hon á nakað annað, ið eisini hevur stóran týdning: at varðveita virðið av menniskjaskaptum tónleiki, samstundis sum at vitlíki vinnur fram.

“Vit mugu líta langt fram og verja, at tónleikur framhaldandi verður skaptur av menniskjum og ikki maskinum.”

Í Koda gleðast vit um, at mentamálaráðharrin tekur støðuna álvarsliga.

Kvinde spiller guitar i vindueskarm

Leita eftir stuðli frá Koda Kultur

Tá ið tú ert limur í Koda, ber til at søkja stuðul frá Koda Kultur. Koda Kultur fíggjar fleiri enn 25 stuðulspuljum, sum nú kunnu søkjast frá sama portali.

Far til stuðulsportalin