Logo m baggrund grøn

Til reiðar til framtíðina: Koda førir inn nýggjan visuellan samleika og nýggja heimasíðu

Koda endurnýggjar sítt visuella úttrykk við einum meira tíðarhóskandi og fyrikomandi samleika. Nýggja sniðið stuðlar undir strategiska virkseminum hjá Koda um meira opinleika og arbeiðinum fyri at einum sterkari tónleikalívi, meðan nýggja heimasíðan tryggjar eina tíðarhóskandi, framtíðartryggjaða og brúkaravinarliga uppliving.

Koda hevur fingið ein nýggjan visuellan samleika, ið sameinir siðvenju og endurnýggjan í einum dynamiskum og samtíðarhóskandi sniði. Við einum dagførdum búmerki og eini meira samanhangandi frásøgn endurspeglar tann nýggi visuelli samleikin strategisku miðini hjá Koda um at vera ein tíðarhóskandi, ábyrgdarfullur og virðisgrundaður felagsskapur, ið virkið arbeiðir fyri einum sterkari tónleikalívi og einum meira fíggjarliga rættvísum tónleikamarknaði.

Samstundis kemur nýggja heimasíðan, har nýggja sniðið vísur ein brúkaravinarligan portal, ið ger tað lættari fyri bæði limir, kundar og samstarvspartar at finna veg og finna ta kunning, teimum tørvar.

Vit eru errin av at presentera ein nýggjan visuellan samleika, ið ikki bert skapar eitt sterkari visuelt úttrykk, men eisini ger tað lættari og meira intuitivt fyri okkara limir og kundar at finna veg á okkara platformi.

- Gorm Arildsen

Frá afturlatnum kassa til opna samrøðu

Nýggi visuelli samleikin hjá Koda er skaptur í samstarvi við designvirkið Hey Jack Studio. Sniðið er blivið endurnýggjað, tó so, at fleiri av litunum og lutunum í búmerkinum er varðveitt, men eru gjørdir virknir á ein nýggjan og meira dynamiskan hátt. Hetta ger upplivingina meira livandi - samstundis sum sterki samleikin hjá Koda og sterka støðufestið hjá Koda eru varðveitt.

Ein av mest týðandi lutunum í nýggja samleikanum er tann visuella tulkingin av strategisku miðnum hjá Koda um at fara frá einum “afturlatnum kassa” til eina “opna samrøðu”.

Hetta kemst millum annað til sjóndar í tí nýggja búmerkinum, ið hevur skap sum ein talubobla og á tann hátt skundar undir samrøðu. Klangflaturnar, ið eisini vóru partur av gamla búmerkinum, vísa nú tað “opna” í strategisku miðnum hjá Koda og breiða seg í nýggja búmerkinum sum ljóðbylgjur út móti samfelagnum, hvaðani tær skapa afturljóð, samrøður og ringar í vatninum bæði í danska og føroyska tónleika- og mentanarlívinum.

Nýggja heimasíðan er ment í samstarvi við Adapt og Novataris, er somuleiðis úrslitið av einari umfatandi og strategiskari menningartilgongd, har sera stórur dentur hevur verið lagdur á tørvin hjá brúkarunum. Heimasíðan er sostatt blivin til gjøgnum víðfevndar brúkarakanningar, so hon hóskar til tann háttin, okkara brúkarar brúka hana uppá.

Stjórin í Koda: “Ein tøknilig framtíðartrygging”

Stjórin í Koda, Gorm Arildsen, tekur fram, at nýggi visuelli samleikin og nýggja heimasíðan boða frá einum avgerandi feti móti einum meira tíðarhóskandi og framtíðartryggjaðum Koda.

“Vit eru errin av at presentera ein nýggjan visuellan samleika, ið ikki bert skapar eitt sterkari visuelt úttrykk, men eisini ger tað lættari og meira intuitivt fyri okkara limir og kundar at finna veg á okkara platformi. Við hesari dagføringini av okkara visuella samleika tryggja vit eina samanhangandi frásøgn, ið sameinir snið, tøkni og atlit fyri brúkarunum á ein hátt, ið endurspeglar strategisku miðini hjá Koda.”

Han leggur dent á, at tann nýggi samleikin er ein týðandi partur av strategiska rætninginum hjá felagsskapinum og at hetta skal tryggja eina meira fyrikomandi uppliving av Koda. “Koda vil gjarna veita talgildar brúkaraupplivingar í serflokki. Tí hava vit skipað platformin hjá okkum av nýggjum, fyri at tryggja, at limir og kundar skjótt kunnu finna ta kunning, teimum tørvar. Tann nýggja talgilda dagføringin hevur við sær fleiri funktiónir, betri atkomu og eina meira smidliga og framtíðartryggjaða loysn, ið kann mennast saman við tørvinum hjá brúkarunum.”

Ein platformur til framtíðina

Við tí nýggja visuella samleikanum og nýggju heimasíðuni fær Koda eitt visuelt úttrykk og ein talgildan platform til framtíðina, ið so við og við kann byggjast út við nýggjum ábøtum. So hvørt sum nýggir tørvir stinga seg upp, verður heimasíðan tillagað og dagførd við nýggjum innihaldi og nýggjum funktiónum, so skjótt hesi eru klár. Hendan smidliga tilgongdin tryggjar, at platformurin kann vaksa og menna seg saman við tørvunum hjá felagsskapinum og brúkarunum.

Hetta merkir eisini, at brúkararnir í eitt tíðarskeið verða sendir ímillum tær nýggju og gomlu loysnirnar, meðan platformurin verður dagførdur við nýggjum funktiónum. Sum brúkari fer tað helst at koma fyri, at man verður sendur aftur og fram millum ta nýggju og tí gomlu heimasíðuna, meðan nýggju funktiónirnar verða settar í verk. Hetta er galdandi fyri Mit Koda fyri limir og Min side og Køb musiklicens fyri kunda

Í Koda gleða vit okkum til at presentera enn fleiri ábøtur komandi tíðina og kunna um nýggju funktiónirnar, so hvørt sum tær gerast tøkar.

Hevur tú feedback ella spurningar, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum - í felag skapa vit ta bestu talgildu upplivingina fyri limirnar og kundarnar hjá Koda.

Gå á upptak í nýggja heimasíðuni