Vegleiðing til limir: Hvat skalt tú gera, um tú varnast skeivan tónleik á tínum profili

Tað gerst alsamt vanligari, at fremmandur tónleikur kemur á profilin hjá donskum listafólkum. Soleiðis skalt tú bera teg at, um tú ert úti fyri hesum – og hvussu tú kanst varnast tað í góðari tíð.

Fleiri donsk listafólk hava seinastu tíðina varnast, at tónleikur verður útgivin í teirra navni uttan teirra samtykki. Hetta er ein gongd, ið skapar órógv í tónleikavinnuni, tí tað snýr seg um misnýtslu av samleika, mistar inntøkur og minkandi álit til teira talgildu platformarnar.

Um tú ert eitt útinnandi listafólk, og tú t.d. hevur ein profil á einari stroymingtænastu – eitt nú Apple Music, Spotify ella Tidal – kanst tú tíverri vera í vanda fyri, at fremmandur tónleikur, ið hvørki er skaptur av tær ella bólki tínum, legst á tín profil.

Til alla lukku er bæði møguleiki at fyribyrgja at tað hendir og at taka niður tilfar, um skaðin longu er hendir.

Soleiðis varnast tú trupulleikan í góðari tíð

Tú kanst brúka “official artist tools” hjá stroymingtænastunum:

  • Spotify for Artists
  • Apple Music for Artists
  • Tidal Home for Artists

Her kanst halda eyga við tínum komandi útgávum, men eisini halda eyga við, um tónleikur er ávegis, ið tú ikki vilt kennast við.

Jú fyrr tú uppdagar tað, jú lættari er at steðga tí.

Soleiðis fært tú tílíkan tónleik vekk frá tínum profili

Um skaðin longu er hendir, og tú varnast, at har er tónleikur í tínum navni á tínum profili, eru fleiri møguleikar fyri at fáa óynskta tónleikin burtur aftur:

Loysn 1 – set teg í samband við títt plátufelag ella tín distributør

Tey kunnu ofta hjálpa tær við at fáa tónleikin vekk frá tínum profili. Hetta kann tó hava við sær, at har koma fleiri profilar við sama navni, og er tí ikki altíð besta loysnin.

Loysn 2 – rapportera beinleiðistil stroymingtænastuna

Skjótasta loysnin er at brúka amboðini hjá stroymingtænastunum

Her finnur tú leinkjur til at boða frá misnýtslu hjá teimum einkultu tænastunum. Minst til, at tú mást boða frá til hvønn einkultan platform, har trupulleikin stendst – t.d. bæði til Spotify og Apple Music, um tónleikurin liggur á báðum tænastunum.

Tá tú boðar frá beinleiðis til stroymingtænstuna:

  • verður útgávan tikin burtur
  • distributørurin fær boð um tað
  • tey skulu skjalprógva, at tey hava eina avtalu við teg
  • kunnu tey ikki tað, verður tónleikurin ikki lagdur upp aftur.

Stroymingtænasturnar hava eina serliga ábyrgd

Trupulleikin omanfyri er ein, ið Koda tekur sera álvarsliga. Í síðsta enda snýr tað seg um reint svik, har peningur verður tikin beinleiðis frá teimum, ið faktiskt skapa tónleikin.

Stroymingtænasturnar arbeiða fyri at minka um trupulleikan, men tað er torført at fyribyrgja heilt. Tí er tað umráðandi, at tú sum listafólk heldur eyga við tínum profili og reagerar skjótt.

Men hetta undirstrikar eisini, hvussu týðandi tað er at verja rættindini hjá listafólkunum í einari talgildari tónleikavinnu, har nýggj tøkni eisini kann vera misnýtt.

Tí hava stroymingtænasturnar eina serliga ábyrgd. Tær eru tættast trupulleikanum og hava bæði tøknina og tilfeingi at seta inn. Tær áttu at gjørt nógv meira fyri at verja tey listafólk, ið teirra virksemi er grundað á.

Hvis vit vilja hava eitt livandi tónleikalív og eina sunna talgilda tónleikavinnu, krevur hetta, at svik ikki fær frítt spæl.

Tú ert altíð vælkomin at seta teg í samband við limadeildina í Koda, um tú hevur spurningar. Skriva til okkum á [email protected] ella ring á +45 33 30 63 20. Vit eru at hitta 9-16 mánadag til hósdag og 9-15 fríggjadagar.

Takk til Henrik Fuglesang fyri ílag.

Kvinde spiller guitar i vindueskarm

Leita eftir stuðli frá Koda Kultur

Tá ið tú ert limur í Koda, ber til at søkja stuðul frá Koda Kultur. Koda Kultur fíggjar fleiri enn 25 stuðulspuljum, sum nú kunnu søkjast frá sama portali.

Far til stuðulsportalin