Nýggj kanning: Vitlíki fer at kosta donskum tónleiki 6,9 milliardir krónur fram ímóti 2030
Avleiðingarnar av tí skjótu menningini innanfyri vitlíki fyri tí donsku tónleikavinnuna eru nú greinaðar gjølla í einari nýggjari kanning. Nýggjar vitlíkis tænastur, ið kunnu skapa heil tónleikaløg út frá einføldum prompts, fara uppá fá ár at beina burtur ein stóran part av tí búskapi, ið ger tað gjørligt at liva av at skapa tónleik. Um núverandi gongdin heldur fram, stendur danskur tónleikur til at fáa eitt søguligt hall av umsetningi uppá 28 prosent í 2030. Í árunum fram til 2030 merkir tað eitt samlað hall uppá uml. 6,9 milliardir krónur. Koda og IFPI mæla hvør sær til, at okkurt verður gjørt við hetta frá politiskari síðu, um vit framhaldandi skulu hava eitt byrðardygt tónleikalív.
Vitlíki er ein álvarsom hóttan móti donskum tónleiki. Tað vísur ein nýggj kanning fra rættindafelagskapinum Koda og vinnufelagskapinum IFPI.
Sambært kanningini, ið er gjørd av HBS Economics, og ið vísur til líknandi kanning gjørd av altjóða rættindafelagskapinum CISAC, skapar núverandi menningin innan vitlíki eina skeiklaða og ójavna kappingarstøðu millum menniskjaskaptan og vitlíkisskaptan tónleik, ið við tíðini kann hava við sær eitt týðandi umsetningshall fyri donsku tónleikavinnuna. Bara í 2030 væntast vitlíkisskaptur tónleikur at hava eitt árligt hall uppá umleið tvær milliardir krónur - svarandi til 28 prosent av umsetninginum.
Kappingin er óreiðilig, óetisk og órættvís.
- Nicky Trebbien
Harumframt eru vitlíkis tænasturnar vandar við tónleikinum hjá donsku tónleikaskaparunum uttan loyvi og uttan gjald.
Koda og IFPI: Vitlíki skal mennast við ábyrgd og við virðing fyri rættindunum hjá listafólki
Í Koda og IFPI verður við støði í nýggju kanningini staðfest, at tað ikki snýr seg um at vera ímóti vitlíki, men um at fremja eina menning av vitlíki, har dentur verður lagdur á ábyrgd, gjøgnumskygni, loyvi og rímiligt gjald.
Løgfrøðiligi og politiski stjórin í Koda, Nicky Trebbien, sigur:
“Tað eru ógvuslig tøl, sum kanningin avdúkar. Og tað kemst av, at vitlíkis tænasturnar heilt tilvitað ránnýta lívsbreyðið hjá tónleikaskaparunum uttan loyvi og uttan gjald. Og soleiðis hava tey ólógliga ment tænastur, ið kunnu skapa tónleik, sum er í beinleiðis kapping við tann menniskjaskapta tónleikin, ið alt teirra virksemi er grundað á. Kappingin er óreiðilig, óetisk og órættvís,” sigur Nicky Trebbien og heldur fram:
“Um meira enn ein fjórðingur av búskapinum hvørvur frá føðiketuni - rýkur botnurin undan tí tónlistarliga økosysteminum, tað gerst ringari at breyðføða seg sum tónleikaskapari, og endin verður, at í framtíðini verður tónleikurin skaptur av tech-virkjum heldur enn av sonnum menniskjum. Hetta halda vit ikki, at vit sum samfelag eiga at góðtaka. Tí er tørvur á at gongd kemur á politiska arbeiðið nú, so vit fáa skipaði viðurskifti í mun til vitlíkis virkini og tryggja búskapinum í danska tónleikalívinum,” sigur Nicky Trebbien.
Lyklatøl úr kanningini
- Búskapurin í donskum tónleiki (innspældur tónleikur)
- Umsetningur í 2024: 6,4 mia. kr.
- Væntaður umsetningur í 2030 uttan vitlíki: 7,2 mia. kr.
- Væntaður umsetningur í 2030 við vitlíki: 5,2 mia. kr.
- Árligt hall 2030: 2,0 mia. kr. (28 %)
- Savnað hall í tíðarskeiðnum 2025 til 2030: 6,9 mia. kr.
Rikke Johan Bak, Samskiftisstjóri í IFPI Danmark, sigur:
“Kanningin prógvar fyri fyrstu ferð ta veruligu fíggjarligu hóttan móti danska tónleikalívinum, ið stendst av tónleiki, sum er skaptur við vitlíki. Hetta er ikki ein framtíðarmynd, men ein menning, ið longu er væl ávegis. Tað er tí avgerandi, at vit tryggja eina ábyrgdarfulla menning av vitlíki, har rættindini hjá tónleikaskaparunum verða vird - annars máast støðið undan danska tónleikabúskapinum,” sigur Rikke Johan Bak, Samskiftisstjóri í IFPI Danmark.
Danmark eigur at ganga á odda
Í samsvari við niðurstøðurnar í kanningini mæla Koda og IFPI til, at greiðir karmar verða settir um nýtsluna av vitlíkis-tónleiki í tónleikavinnuni. Tað snýr seg ikki um at steðga vitlíki, men um at tryggja, at menningin fer fram við virðing fyri rættindunum hjá listafólki og fyri burðardygdini í tónleikabúskapinum.
Koda og IFPI mæli donsku stjórnini til at brúka danska ES-formansskapin til at tryggja greiðar reglur, undir hesum krav um beinleiðis loyvi frá rættindahavarum og gjøgnumskygni frá vitlíkis-virkjum, tá tey brúka tónleik til at venja teirra tænastur og bjóða út teirra appir. Eins og við allari aðrari tónleikanýtslu skulu gerast avtalur, ið tryggja rímiligt gjald.
Tann 18. septembur hevði danska mentamálaráðið eina ráðstevnu upp upphavsrætt og vitlíki, har dentur var á júst hesum. Serfrøðingar og umboð fyri rættindahavarar høvdu møguleika fyri at skifta orð um avbjóðingar og møguligar loysnir fyri hvussu reglurnar fyri vitlíki skulu skipast í framtíðini.
Tak kanningina niður: Fíggjarligu avleiðingarnar av vitlíki fyri donsku tónleikavinnuna

Søk stuðul frá Koda Kultur
Sum limur í Koda hevur tú møguleika fyri at søkja stuðul frá Koda Kulturelle Midler. Koda Kultur stendur fyri fíggingini av fleiri enn 25 ymiskum stuðulsmøguleikum og starvslønum, ið alt kann søkjast umvegis sama portal.
Far til stuðulsportalin