AI generet musik

Søguligur dómur: OpenAI er dømt fyri ólógliga nýtslu av tónleiki

Rætturin í München hevur sum tann fyrsti í Evropa dømt eina vitlíkistænastu fyri brot á upphavsrætt við at misnýta rættindavardar sangtekstir. Koda kallar dómin søguligan og eitt týðandi stig á leiðini til, at vitlíki kann mennast í eina betri kós, har man sum tónleikaskapari fær rættvíst gjald, tá eins tónleikur verður brúktur.

Dómur er fallin í fyrsta evropiska rættarmálinum móti einari vitlíkistænastu fyri ólógligt brúk av upphavsrættarliga vardum sangtekstum. Týski rættindafelagsskapurin GEMA hevur vunnið rættarmálið móti OpenAI – fyritøkan handan ChatGPT – eftir at rætturin kom fram til, at amerikanska tech-fyritøkan ólógliga hevði endurgivið vardar sangtekstir hjá týskum sangskrivarum uttan loyvi og uttan gjald. Dómurin slær fast, at OpenAI hevur brúkt tónleik sum GEMA umboðar uttan loyvi.

Tað er gott, at vit hava fingið ein dóm, ið stuðlar rættarmálinum hjá Koda

- Nicky Trebbien

”Hetta er ein søguligur dómur. Fyri fyrstu ferð kemur ein evropeiskur dómstólur fram til, at vitlíkistænastur skulu hava loyvi og gjalda fyri at brúka rættindavardar sangtekstir. Tað er eitt týðandi stig fyri at tryggja, at tónleikaskapararnir fáa rættvíst gjald, tá teirra verk verða brúkt av vitlíkistænastunum. Um tech-risarnir vilja brúka sangtekstir og tónleik í teirra tænastum, krevur hetta sjálvandi eina avtalu, so peningur kemur aftur til tey, ið hava skapt tónleikin,” sigur Nicky Trebbien.

Søguligur dómur fær týdning fyri rættarmálið millum Koda og Suno

Í síðsta mánaði stevndi Koda amerikansku tech-fyritøkuni Suno fyri at stjala tónleikin hjá donskum listafólkum – harímillum sangtekstir og tónleik hjá Aqua, D-A-D, MØ og Christopher. Løgfrøðiligi og politiski stjórin í Koda metir, at dómurin í Týsklandi stuðlar undir sjónarmiðunum hjá Koda í rættarmálinum móti Suno.

”Vit hava stevnt Suno, tí tey púra kyniskt hava stolið danskar sangtekstir og tónleik og brúka tað til at generera nýggjan tónleik. Tað er ikki bara ólógligt, tað oyðileggur búskapin í danska tónleikinum og er ein hóttan ímóti okkara felags mentan. Tí er tað gott, at vit í dag hava fingið ein dóm, ið stuðlar rættarmálinum hjá Koda, um at vitlíkisfyritøkur, ið brúka og endurgeva sangtekstir í teirra tænastum, skulu gjalda fyri hetta,” sigur Nicky Trebbien.

GEMA stevndi OpenAI tann 14. novembur 2024 vegna sínar fleiri enn 100.000 limir sum eru tónaskøld, sangskrivarar og tónleikaforløg.

Størsti stuldurin í tónleikasøguni

Koda hevur stevnt vitlíkistænastuni Suno fyri at brúka danskan tónleik – uttan loyvi og uttan at gjalda fyri hetta. Tað er ólógligt, tað oyðileggur tónleikabúskapin og tað kann fáa avleiðingar fyri okkara felags mentan og savningarmegi.

Les alt um rættarmálið millum Koda og Suno (på dansk)