AI generet musik

Avgerandi dómur um vitlíki: Suno dømt fyri ólógliga nýtslu av upphavsrættarliga vardum tónleiki

Ein dómstólur í München hevur í dag givið týska rættindafelagsskapinum GEMA viðhald í rættarmálinum móti AI-tónleikatænastuni Suno. Dómurin er fyrsta avgerð um tónleikanýtsluna hjá AI-tónleikatænastum og er eitt týðandi fet á leiðini móti meira rættvísum reglum fyri vitlíki og upphavsrætt.

Tað er ein søguligur dómur. Dómurin sendir greið boð um, at AI-fyritøkur ikki kunnu grunda teirra virksemi á tónleik, ið er skaptur av øðrum, uttan at virða upphavsrættin.

- Nicky Trebbien, løgfrøðiligur og politiskur stjóri í Koda

Í dag er dómur komin í rættamálinum hjá týska rættindafelagsskapinum GEMA móti Suno um ólógliga nýtslu av upphavsrættarliga vardum tónleiki. Týski dómstólurin staðfestur, at Suno hevur brotið seg ímóti bæði amerikansku og týsku upphavsrættarlóggávuni. Rætturin gevur sostatt GEMA viðhald í, at bæði nýtslan og endurgerð av tónleikaverkum, sum GEMA umboðar, krevur loyvi og at útbjóðarar av AI-tænastum skulu rinda eitt rímiligt gjald til tónleikaskapararnar. Hetta er fyrsti dómur í verðini um tónleikanýtsluna hjá AI-tónleikatænastum. Dómurin fær avgerandi týdning fyri menningina av AI í tónleikavinnuni.

“Hetta er ein søguligur dómur. Dómurin sendir eini sera greið boð, um at AI-fyritøkur ikki kunnu grunda teirra virksemi á tónleik, ið er skaptur av øðrum, uttan at virða upphavsrættin. Um man vil menna vitlíki við tónleiki, skal hetta gerast á ein hátt, har tryggjað verður, at tónleikaskapararnir verða spurdir og fáa gjald fyri tað,” sigur Nicky Trebbien, løgfrøðiligur og politiskur stjóri í Koda.

GEMA stevndi amerikansku fyritøkuni í januar 2025 fyri ólógliga nýtslu av tónleiki í menningini av tænastuni og í útboðnum av tónleik í tænastuni. Dómstólurin hevur givið GEMA viðhald í hesum. Dómurin kann tó enn kærast til hægri rættarstig.

Ein dómur loysir ikki avbjóðingarnar við vitlíki.

Hóast dómurin kann fáa stóran týdning fyri tilsvarandi rættarmál, eisini fyri rættarmálið hjá Koda móti Suno, heldur Nicky Trebbien ikki, at hetta í sær sjálvum loysir tær avbjóðingarnar, ið vitlíki hevur við sær.

“Í dag eru vit vitni til ein avgerandi dóm. Ikki bara fyri teir týsku tónleikaskapararnar, men fyri øll tey, ið liva av at skapa list og mentan. Dómurin er eitt týðandi fet ávegis ímóti einum marknaði, har vitlíki og kreativitetur kunnu mennast lið um lið við rættvísum treytum, og vit frøast um at dómurin bæði fevnir um venjing og útboð. Men vit kunnu ikki bara sessast afturá og vænta, at ein dómur loysir allar trupulleikarnar. Enn er týðandi arbeiði eftir fyri bæði danska og evropeiskar politikkarar við at tryggja greiðar og rættvísar karmar fyri einari meira positivari menning og nýtslu av vitlíki innan tónleik,” sigur Nicky Trebbien og heldur fram:

“Tað er týðandi at minnast, at nýskapan og upphavsrættur ikki eru mótsetningar. Tvørturímóti. Um vitlíki skal mennast á einar ábyrgdarfullan hátt, má hetta gerast við avtalum og loyvum frá teimum, ið hava skapt tann tónleik ella tað innihald, ið tøknin er grundað á. Evropa hevur nú møguleika fyri at vísa, at tøknilig nýskapan og virðing fyri upphavsrættinum kunnu ganga hond í hond. Tað er tó neyðugt politiskum virki og felagsevropeiskum loysnum.”

Koda stevndi á sama hátt Suno í novembur 2025 vegna danskar tónleikaskaparar fyri ólógliga nýtslu av upphavsrættarliga verdum tónleiki.

Størsti stuldurin í tónleikasøguni

Koda hevur stevnt vitlíkistænastuni Suno fyri at brúka danskan tónleik – uttan loyvi og uttan at gjalda fyri hetta. Tað er ólógligt, tað oyðileggur tónleikabúskapin og tað kann fáa avleiðingar fyri okkara felags mentan og savningarmegi.

Les alt um rættarmálið millum Koda og Suno (på dansk)