Trýstið á AI-tænastuni Suno veksur: Nýttar sakarmál móti Suno

Størsti rættindafelagsskapurin í Kanada, SOCAN, stevnir Suno fyri ólógligt brúk av upphavsrættarliga verdum tónleiki. Felagsskapurin, ið umboðar sangskrivarar sum Drake, Avril Lavigne, Joni Mitchell, The Weeknd og Leonard Cohen, gongur sostatt somu leið sum Koda gjørdi síðsta ár, tá Koda stevndi Suno fyri ólógligt brúk av donskum tónleiki. Løgfrøðiligi og politiski stjórin í Koda sær kanadiska sakarmálið sum eini sera greið boð til Suno.

Størsti rættindafelagsskapurin í Kanada, SOCAN, hevur stevnt tí amerikansku tech-fyritøkuni Suno fyri brúk av upphavsrættarliga vardum tónleiki uttan loyvi og uttan gjald. SOCAN umboðar nakrar av heimsins størstu sangskrivarum og tónaskøldum, millum onnur Drake, Avril Lavigne, Joni Mitchell, The Weeknd og Leonard Cohen.

Sambært SOCAN brúkar Suno vard verk uttan loyvi, tá tænastan genererar AI-tónleik, sum kann stroymast beinleiðis frá Suno. Koda byrjaði í novembur í fjør eitt rættarmál móti Suno. Her stevndi Koda tí amerikansku fyritøkuni fyri at brúka danskan tónleik uttan loyvi og uttan gjald.

Fyri Nicky Trebbien, løgfrøðiligur og politiskur stjóri í Koda, vísur kanadiska rættarmálið, at stríðið fyri rættindini hjá tónleikaskaparunum hevur breiðan altjóða stuðul:

“Har roykur er, spyr man, hvar eldurin er. Og júst nú brennir jørðin undir Suno. Rættarmálið hjá SOCAN sendir greið boð. Hetta er ikki longur eitt danskt ella evropeiskt kjak, men ein global uppgerð um, í hvønn mun, tech-fyritøkur kunnu byggja milliardavirksemi á tónleikin hjá øðrum uttan loyvi og gjald. Tónleikaskaparar um allan heimin hava sama trupulleika: Teirra tónleikur verður brúktur til at skapa óhugsandi virði fyri AI-fyritøkur, sum við einari áður ósæddari kynismu moða undan tónleikamentanini um allan heimin. Rættarmálið hjá SOCAN vísur, at mótstøðan veksur, at kravið allastaðni er tað sama: Virð upphavsrættin og rindið fyri tann tónleiki, tit brúka,” sigur Nicky Trebbien.

Rættarmál kunnu ikki standa aleina - har er tørvur á politiskarum virki

Fyri Koda stuðla tey alsamt fleiri rættarmálini tørvinum á at málið verður viðgjørt politiskt.

“Vegurin til eina meira rættvísa framtíð við vitlíki skal ikke leggjast við endaleysum rættarmálum um allan heimin. Rættarmálini móti Suno vísa greitt, hvussu bráður tørvurin á politiskari viðgerð er. Vit hava tørv á greiðum reglum, ið gera greitt, at tá ein AI-tænasta sum Suno brúkar tónleikin hjá øðrum, skal rindast fyri tað. Tað snýr seg bæði um venjing av sjálvari tænastuni, at tænastan er tøk í Danmark og tá AI-tónleikur verður stroymaður og spældur í útvarpi. Nú mugu politikkararnir í Danmark og ES noyða tech-fyritøkurnar til at rætta inn og skapa rættvísar spælireglur,” sigur Nicky Trebbien.

Rættarmálið hjá Koda móti Suno skal fyri Eystara Landsrætt

SOCAN gerst sostatt triðji rættindafelagsskapurin, ið velur at stevna Suno. Týski felagsskapurin GEMA fekk 31. juli viðhald í sínari sak ímóti AI-tænastuni, meðan rættarmálið hjá Koda júst er komið til viðgerð í Eystara Landsrætti, tí málið snýr seg um grundsjónarmið um vitlíki, ið kunnu fáa langt størri týdning enn bara tað ítøkiliga rættarmálið.

Jennifer Brown, stjóri í SOCAN, leggur dent á rættarmálið hjá Koda:

Virksemið hjá Koda hevur verið ein sterk fyrimynd fyri, hvussu rættindafelagsskapir kunnu ganga á odda við klárleiki og dirvi. Rættarmálið hjá SOCAN endurspeglar hesa somu skyldu. Rættindini hjá sangskrivarum, tónaskøldum og tónleikaforløgum skulu virðast allastaðni.

- Jennifer Brown, stjóri í SOCAN

Størsti stuldurin í tónleikasøguni

Koda hevur stevnt vitlíkistænastuni Suno fyri at brúka danskan tónleik – uttan loyvi og uttan at gjalda fyri hetta. Tað er ólógligt, tað oyðileggur tónleikabúskapin og tað kann fáa avleiðingar fyri okkara felags mentan og savningarmegi.

Les alt um rættarmálið millum Koda og Suno (på dansk)